Supervisión

Eg bjóði supervisión til fakfólk, sum arbeiða við sosialum relatiónum, sum t.d. fosturfamiljur, til-haldsstøð, sálarfrøðingar, sosialráðgevar, námsfrøðingar, sjúkrarøktafrøðingar, lærarar og leiðarar. Supervisión er ein fakligur læru- og menningarháttur, ið hevur sum mál at stuðla fakligari menning og økja góðskuna í praktiska arbeiðnum.

Supervision

Í supervisiónini móttekur klienturin (tann vegleiddi) fakliga vegleiðing, stuðul og refleksjón, til tess at menna professionellar førleikar og varpa ljós á trupulleikar og avbjóðingar við arbeiðnum eins væl og málum og dreymum.

Saman við mær verður í útgangsstøðinum kjakast um tær treytirnar, sum arbeitt verður undir, útleiðir styrkir og veikleikar hjá einum og møguleikar til at ganga nýggjar leiðir. Hetta hjálpir tí veg-leidda til at reflektera um støður og virkismøguleikarnar ístaðin fyri at agera út frá beinleiðis tonkum og upplivingum.

Supervisión gevur innlit í reaktiónir, hugburð, loysingarætlanir og persónliga stílin hjá tí vegleidda í sambandi við arbeiði; eitt innlit, sum styrkir samstarv og samskifti, mennir yrkisføri og arbeiðstriv-nað, fyribyrgir strongd og mista orku.

Stutt sagt snýr supervisión seg um at hækka yrkisføri, trivnað og at koma við nýggjum hættum at skoða, kanna og stýra í arbeiðslívinum hjá sær.

Supervisiónin verður sum útgangsstøði bjóðað útfrá antin einum kognitivum-, metakognitivum- ella ACT-teoretiskum grundarlagi.