Panikangist er knapplig herðindi við ógvusligum angist ella panikki. Tey koma sum oftast út av ongum og eru ofta eyðkend við:
- Hjartabankan og høgum pulsi
- Bróstpínu
- Trupulleikum við at anda
- Svimbul
- Támutum sýni
- Kvalmu
- Turrum munni
- Prikan/sovandi kenslu í fingrum og tærnum
- Spenningum í kroppinum
- Sveittan ella kulda
- Kenslum av óveruleika
Hóast panikherðindi ofta vara stutt, so eru tey so ógvuslig, at ein kann vera ávirkaður av teimum í fleiri døgn aftaná. Kenslan kann vera ekstremt ótespilig og ræðandi, og vanligt er, at fólk, sum líða av panikang-ist, eru bangin fyri, at tey eru við at gerast sinnissjúk, eru við at doyggja, missa tamarhaldið, fara at svíma ella koma til at gera okkurt sera flóvisligt.
Vanligt er, at fólk, sum líða av panikangist, stúra nógv fyri at herðindini koma aftur, og tí er undanførslu-atferðin ofta stór. Hetta merkir, at ein heldur seg burtur frá støðum og virksemi, sum viðkomandi metir kann føra til eitt nýtt herðindi: At koyra bil, almenna ferðslu, keypa inn, støð við nógvum fólki, osv. Hjá summum stendur so illa til, at tey ikki koma út um dyrnar. Tískil er panikangist sera darvandi og órógvandi fyri lívsførslu og lívsgóðsku.