Øvundsjúka

Øvundsjúka kemur fyri, tá ein kennir á sær, at eitt virðismikið samband til ein annan er hótt av einum kappingarneyta. Øvundsjúka kann vera sunn, so leingi hon ikki fyllir ov nógv. Tað, ið kann kallast “tann lítla øvundsjúkan”, kann í roynd og veru styrkja parlagið: Tá ein kennir eitt prik av øvundsjúku, verður ein mintur á, at unnustan/unnustin hevur týdning. Á hendan hátt styrkir “tann lítla øvundsjúkan” parlagið – báðir partar verða viðurkendir og bandið ímillum tey bæði verður styrkt.

Men øvundsjúka er ein trupulleiki, tá ið kenslurnar koma at fylla ov nógv. Um ein gongur meginpartin av tíðini og hugsar um at missa, minkar tað um lívsgleðina og orkuna. Øvundsjúka er ein samansett kensla, sum verður víst á fleiri hættir: t.d. við vreiði, ótta, sorg, einsemi o.a. Øvundsjúka kemur til sjóndar bæði sum kenslur og við tann háttin, sum tann øvundsjúki uppførir seg og reagerar á, men tá ið bæði tankar, kenslur og gerðir eru ymisk frá persóni til persón, er tað næstan ógjørligt at hava eina eintýdda lýsing av øvundsjúku.

Sterk øvundsjúka, og serliga tann atferðin, sum fylgir við henni, kann vera slítandi fyri báðar partar í einum parlagi. Tann, sum er øvundsjúkur, er plágaður av nógvum negativum tonkum og kenslum. Hann hevur tað ringt við at vísa tað og at virka útfrá teimum á ein ordiligan hátt. Ofta er hendan atferðin ein byrða fyri hin partin í parlagnum, og tað merkir antin nógvar beinleiðis samanbrestir, ella at man skeldast illa, ofta grundað á eina yvirdrivna kontrolleraða atferð, ella at hin parturin niðurbindur sína atferð og tað, hann følur/sigur, fyri at sleppa undan at øsa øvundsjúkuna fram.