Post Traumatic Stress Disorder
PTSD stendur fyri post traumatic stress disorder, á føroyskum posttraumatisk strongdreaktión. Hetta er ein tilstandur, sum uppstendur sum ein reaktión á eina traumatiska hending, sum er serliga hóttandi ella ræðulig. Dømi um slíkar hendingar kann vera, at man er vitni til ella sjálvur upplivir eitt álop, eina ferðsluvanlukku, eitt rán, eina neyðtøku, kríggj, eld ella eina náttúruvanlukku. Offur fyri álvarsamari langtíðar happing kunnu eisini hava PTSD eyðkenni.
Ofta eru persónar við PTSD plágaðir av afturvendandi endurupplivingum av trauma´inum, sum kunnu kennast sera ógvusligar og lívligar. Hetta kann antin vera sum “flash-backs” ella í dreymum og marrum. Samstundis upplivist eisini eitt sterkt óbehag, um persónurin kemur í støður, sum minna um trauma´ið. Hetta kann føra til, at ein byrjar at sleppa sær undan øllum, sum minnir um hendingina, og harvið eisini ein sera avmarkaðan gerandisdag. Omaná “flash-backs” og undanførsluatferð er persónurin, sum er plágaður av PTSD, eisini eyka nógv á varðhaldi. Kroppurin er í tilbúgving, og sjálvt tað minsta óvæntaða ljóðið kann fáa hvøkk á ein. Nógv við PTSD uppliva eisini svøvntrupulleikar, trupulleikar við at hugsavna seg, erkvisni ella vreiði, og at tey halda seg burtur frá ella goyma seg fyri øðrum. Angist og tunglyndi er eisini ofta ein partur av PTSD.