Vælkomin

Kennir tú teg tunglyndan?
Ert tú strongdur?
Stríðist tú við angist?
Ert tú plágaður av tvangstankum?

Líðir tú undir lágum sjálvsvirði og vantandi trúgv uppá teg sjálvan?
Kennir tú teg nervøsan í sosialum støðum?
Hugsar tú alt ov nógv, og er tað trupult hjá tær at vera til staðar í tí, tú gert?

Forside | Kristian Eli Andersen

Fyrr ella seinni í lívinum uppliva vit øll mótgongd, strongd og trupulleikar, sum yvirlit ikki fæst yvir. Alt eftir okkara persónsmensku og sosialu umstøðum reagera vit ymiskt uppá slíkar avbjóðingar. Summi eru meira harðfør enn onnur, og nógv skal til, áðrenn tey menna sálarligar trupulleikar. Hjá øðrum hjálpir tað at hava góðar vinir ella eina kerliga og skiljandi familju at tosa við.

Kristian Eli AndersenHjá onkrum er sálarliga byrðan ov tung og hevur kanska varað ov leingi. Her kann vera tørvur á at tosa við ein professionellan sálarfrøðing, sum er útbúgvin til at lurta eftir og hjálpa fólki við at loysa teirra sálarligu trupulleikar. Í viðgerðini hjá mær lærir tú skjótt:

  • At gerast minni stúrin og minni vavdur inn í negativ tankamynstur
  • At forða negativum og ótespiligum kenslum at fylla so nógv í tínum lívi
  • At halda fokus og at hugsavna teg í langa tíð
  • At minka um sálarligan ampa og í staðin fokusera á positiv viðurskifti í lívinum

Eg eri autoriseraður sálarfrøðingur við avtalu við Heilsutrygd, og havi – sum tann fyrsti í danska kongaríkinum – eina 3 ára serútbúgving sum metakognitivur terapeutur (MCT). Haraftrat havi eg eina 2 ára serútbúgving sum kognitivur atferðarterapeutur (CBT) og eina 1 ára serútbúgving sum ACT-terapeutur (ACT: Acceptance and Commitment Therapy). Í tíðarskeiðnum 2009 til 2014 átti og rak eg viðgerðarstovuna, Christianshavns Kognitive Psykologklinik, í Keypmannahavn.

MCT, CBT og ACT eru sálarfrøðislligir viðgerðarhættir, sum sambært einari rúgvu av vísindaligum kanningum eru sera effektivir móti angist, stúranum, sosialum ótta, tunglyndi, strongd, OCD, lágum sjálvsvirði, trupulleikum í parlagnum og øðrum sálarligum trupulleikum. Á hesari síðuni kanst tú lesa meira um hesar viðgerðarhættir, um hvørjar trupulleikar, eg kann hjálpa tær við, meira um hvør eg eri, og hvar eg haldi til.