Fobi´ir eru eyðkendar við einum yvirstórum ótta fyri einum ávísum luti, sum t.d. slangum, eiturkoppum ella hundum, ella eini ávísari støðu (serliga støður, har tað kennist, sum tú ikki hevur tamarhald), t.d. at vera í lyftu, flúgva, koyra bil, hæddir ella toruveður.
Ein fobi kann hava fleiri eyðkenni, og hon kann vera sera oyðileggjandi fyri tann, sum líðir av henni.
- Kropsligu eyðkennini við fobi eru ofta hjartabankan, høgur pulsur, pipran, hitavøkstur, tru-pulleikar við at anda og magasnertir, tá ein hugsar um tað, hann hevur fobi fyri.
- Sálarliga kennir ein á sær kensluna av ræðslu, manglandi yvirlit, ørkymlan, rýmingarkenslu og onnur sløg av órógv.
Nógv kunnu liva við eini fobi, um hon ikki hevur serliga nógv at siga í gerandisdegnum; hon heldur ikki einum aftur í vanliga lívinum. Nógv, ið hava fobi fyri at flúgva t.d., kenna á sær, at tey kunnu liva við henni, um tey ikki ferðast nógv ella velja at sigla hvørjaferð (atferð, har ein sleppir sær undan fobi´ini). Hinvegin kann fobi fyri t.d. eiturkoppum ella hundum vera ring at liva við, tí hon kann koma fram í gerandisdegnum, uttan at ein hevur tamarhald á tí.