Persónsvarnarpolitikkur

Fyri búsetar í ES, vinarliga legg til merkis, at saman við okkara nýtslutreytum, er hendan kunning dagførd í samsvari við krøvini í ES-persónsvarnarlógini (GDPR).

Metakognitiv.fo hevur staðfest sær at verja títt privatlív. Vinarliga set teg í samband við okkum her, um tú hevur spurningar ella trupulleikar viðvíkjandi nýtsluni av tínum persónsupplýsingum, og vit fara fegin at hjálpa tær. Um tú ynskir at biðja um ella sletta persónsupplýsingar, sum vit møguliga hava goymt, vinarliga nýt oyðublaðið á okkara síðu fyri persónsvarnartól (Privacy Tools).

Við at nýta hesa síðu og/ella okkara tænastur, samtykkir tú í viðgerðini av tínum persónsupplýsingum, sum lýst er í hesum persónsvarnarpolitikki.

Innihaldsyvirlit

  1. Skilgreiningar nýttar í hesum politikki
  2. Persónsvarnarreglur, vit fylgja
  3. Hvørji rættindi hevur tú hvat viðvíkur tínum persónsupplýsingum?
  4. Hvørjar persónsupplýsingar savna vit inn um teg?
  5. Hvussu vit nýta tínar persónsupplýsingar/a>
  6. Hvør annar hevur atgongd til tínar persónsupplýsingar?
  7. Hvussu vit tryggja tíni dáta
  8. Kunning um cookies
  9. Kontakt- og eftirlitsmyndugleikaupplýsingar

Skilgreiningar

Persónsupplýsingar – ein og hvør kunning, sum viðvíkur einum eyðmerktum ella eyðmerkjandi natúrligum persóni.
Viðgerð – ein og hvør gerð ella røð av gerðum, sum verða framdar við persónsupplýsingar ella søvn av persónsupplýsingum.
Dátusubjektur – ein natúrligir persónur, hvørs persónsupplýsingar verða viðgjørdar.
Barn – ein natúrligir persónur undir 18 ár.
Vit/okkum (annaðhvørt við stórum bókstavi ella ikki) – Metakognitiv v/Kristian Eli Andersen.

Vit lova at fylgja fylgjandi reglum um persónsvernd:

  • Vigerðin er lóglig, rættvís og gjøgnumskygd. Okkara viðgerðarvirksemi hevur lógligt grundarlag. Vit taka altíð hædd fyri tínum rættindum, áðrenn vit viðgera persónsupplýsingar. Vit fara at veita tær kunning viðvíkjandi viðgerðini eftir umbøn.
  • Viðgerðin er avmarkað til endamálið. Okkara viðgerðarvirksemi hóskar til tað endamál, sum persónsupplýsingarnar vórðu savnaðar inn til.
  • Viðgerðin verður gjørd við einum lágmarki av dátum. Vit savna og viðgera bert tað lágmark av persónsupplýsingum, sum krevst til eitt og hvørt endamál.
  • Viðgerðin er avmarkað í tíð. Vit fara ikki at goyma tínar persónsupplýsingar longur enn tørvur er á.
  • Vit fara at gera okkara besta fyri at tryggja neyvleikan av dátunum.
  • Vit fara at gera okkara besta fyri at tryggja dygdina og trúnaðin av dátunum.

Rættindi hjá dátusubjektinum

Dátusubjekturin hevur fylgjandi rættindi:

  1. Rættur til kunning – sýnir, at tú hevur rætt til at vita, um tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar; hvat dáta verður savnað inn, hvaðani tað fæst, hví og hvør viðgerð tað.
  2. Rættur til atgongd – sýnir, at tú hevur rætt til at fáa atgongd til tey dáta, sum eru savnað inn frá/um teg. Hetta fevnir um tín rætt til at biðja um og fáa eitt avrit av tínum savnaðu persónsupplýsingum.
  3. Rættur til rætting – sýnir, at tú hevur rætt til at biðja um rætting ella sletta av tínum persónsupplýsingum, sum eru óneyvar ella ófullfílgdar.
  4. Rættur til sletting – sýnir, at tú undir ávísum omstøðum kanst biðja um, at tínar persónsupplýsingar verða slettaðar úr okkara skrásetingum.
  5. Rættur til at avmarka viðgerð – sýnir, at har ávísar treytir eru galdandi, hevur tú rætt til at avmarka viðgerðina av tínum persónsupplýsingum.
  6. Rættur til at mótmæla viðgerð – sýnir, at tú í ávísum førum hevur rætt til at mótmæla viðgerðini av tínum persónsupplýsingum, til dømis hvat viðvíkur beinleiðis marknaðarføring.
  7. Rættur til at mótmæla sjálvvirkandi viðgerð – sýnir, at tú hevur rætt til at mótmæla sjálvvirkandi viðgerð, herundir profilering; og ikki vera fevnd/ur av einari avgerð, sum bert er grundað á sjálvvirkandi viðgerð. Henda rætt kanst tú nýta, tá ið úrslitið av profileringini hevur rættarligar fylgjur fyri teg ella ávirkar teg munandi.
  8. Rættur til dátuflyting (Data Portability) – tú hevur rætt til at fáa tínar persónsupplýsingar í einum maskinlesbarum formati, ella um tað er gjørligt, som eina beinleiðis flyting frá einum viðgerðara til ein annan.
  9. Rættur til at klaga – um vit sýta tær tína umbøn undir rættinum til atgongd, fara vit at geva tær eina grundgeving fyri hví. Um tú ikki ert nøgd/ur við, hvussu tín umbøn er blivin viðgjørd, vinarliga set teg í samband við okkum.
  10. Rættur til hjálp frá eftirlitsmyndugleika – sýnir, at tú hevur rætt til hjálp frá einum eftirlitsmyndugleika og rætt til aðrar lógarligar loysnir, so sum at krevja skaðabót.
  11. Rættur til at taka samtykki aftur – tú hevur rætt til at taka eitt og hvørt givið samtykki til viðgerð av tínum persónsupplýsingum aftur.

Dátur, sum vit savna inn

Kunning, sum tú hevur givið okkum
Hetta kann vera teldupostbústaður, navn, búningsbústaður, heimabústaður osfr. – serstakliga kunning, sum er neyðug fyri at veita tær eina vøru/tænastu ella fyri at betra um tína brúkarauppliving hjá okkum. Vit goymma ta kunning, tú gevur okkum, fyri at tú kanst gera viðmerkingar ella fremja annað virksemi á heimasíðuni. Henda kunning fevnir til dømis um títt navn og teldupostbústað.

Kunning, sum verður savnað inn sjálvvirkandi um teg
Hetta fevnir um kunning, sum sjálvvirkandi verður goymd av cookies og øðrum lotu-tólum (session tools). Til dømis kunning um tína innkeypskurv, IP-bústað, innkeypssøgu (um nakað er) osfr. Henda kunning verður nýtt til at betra um tína brúkarauppliving. Tá ið tú nýtit okkara tænastur ella hyggur at innihaldinum á okkara heimasíðu, kann títt virksemi verða skrásett.

Kunning frá okkara samstarvsfelagum
Vit savna kunning frá okkara álítandi samstarvsfelagum við váttan um, at teir hava lógligt grundarlag til at deila ta kunningina við okkum. Hetta ie annaðhvørt kunning, sum tú hevur givið teimum beinleiðis, ella sum teir hava savnað um teg á øðrum lógligum grundarlagi. Sí listan yvir okkara samstarvsfelagar her.

Alment tøk kunning
Vit kunnu savna kunning um teg, sum ie alment tøk.

Hvussu vit brúka tínar persónsupplýsingar

Vit nýta tínar persónsupplýsingar til at:

  • veita tær okkara tænastu. Hetta fevnir til dømis um at skráseta tín vanga; veita tær aðrar vørur og tænastur, sum tú hevur biðið um; veita tær herferðarvørur eftir tína umbøn og samskifta við teg í sambandi við tær vørur og tænastur; samskifta og samanvirka við teg; og boða tær frá broytingum í tænastunum;
  • betra um tína brúkarauppliving;
  • uppfylla eina skyldu eftir lóg ella sáttmála.

Vit nýta tínar persónsupplýsingar á rættmættum grundarlagi og/ella við tínum samtykki.

Á grundarlagi av at ganga inn í ein sáttmála ella uppfylla sáttmálaligar skyldur, viðgera vit tínar persónsupplýsingar til fylgjandi endamál:

  • at eyðmerka teg;
  • at veita tær eina tænastu ella at senda/bjóða tær eina vøru;
  • at samskifta annaðhvørt vegna sølu ella rokningagerð.

Á grundarlagi av rættmættum áhuga, viðgera vit tínar persónsupplýsingar til fylgjandi endamál:

  • at senda tær persónlig tilboð* (frá okkum og/ella okkara vælvaldu samstarvsfelagum);
  • at umsita og greina okkara viðskiftafólkagrunn (innkeypsatferð og -søgu) fyri at betra um dygdina, úrvælið og tøkið av vørum/tænastum, ið verða boðnar/veittar;
  • at fremja spurnakanningar viðvíkjandi kundasemi.

So leingi sum tú ikki hevur kunnað okkum um annað, meta vit tað at vera okkara rættmætta áhuga at bjóða tær vørur/tænastur, sum líkjast ella eru tær somu sum tín innkeypssøga/leitiatferð.

Við tínum samtykki viðgera vit tínar persónsupplýsingar til fylgjandi endamál:

  • at senda tær tíðindabrøv og herferðartilboð (frá okkum og/ella okkara vælvaldu samstarvsfelagum);
  • til ønnur endamál, sum vit hava biðið um títt samtykki til.

Vit viðgera tínar persónsupplýsingar fyri at uppfylla skyldur, ið standast av lóg, og/ella nýta tínar persónsupplýsingar til møguleikar, sum lógin teknar. Vit tilskila okkum rætt til at anonymisera savnaðar persónsupplýsingar og nýta øll slík dáta. Vit fara bert at nýta dáta uttan fyri økið í hesum politikki, tá ið tað er anonymisert. Vit goymma tína rokningakunning og aðra kunning savnað um teg so leingi, sum tørvur er á til roknskaparendamál illa aðrar skyldur, ið standast av lóg, men ikki longur enn í 60 mánaðir.

Vit kunna viðgera tínar persónsupplýsingar til eyka endamál, sum ikki eru nevnd her, men sum hóska til upprunaliga endamálið, sum dátunin varð savnað inn til. Fyri at gera hetta, fara vit at tryggja, at:

  • sambandið millum endamál, samanhang og slagið av persónsupplýsingum hóskar til víðari viðgerð;
  • tann víðari viðgerðin ikki fer at skaða tína áhugamál og
  • at tað er hóskandi vernd fyri viðgerðini.

Vit fara at kunna teg um eina og hvørja víðari viðgerð og endamál.

Hvør annar hevur atgongd til tínar persónsupplýsingar?

Vit deila ikki tínar persónsupplýsingar við ókend. Persónsupplýsingar um teg verða í summum førum veittar okkara álítandi samstarvsfelagum fyri annaðhvørt at gera tað møgulegt at veita tær tænastuna ella fyri at betra um tína brúkarauppliving. Vit deila tíni dáta við:

Okkara viðgerðarsamstarvsfelagar:

Okkara vinnusamstarvsfelagar:

  • Vit deila ikki persónsupplýsingar við okkara vinnusamstarvsfelagar.

Tengdir triðipartar:

  • Vit deila ikki persónsupplýsingar við triðipartar.

Vit arbeiða bert saman við viðgerðarsamstarvsfelagum, sum eru førir fyri at tryggja eitt nøktandi verndarstøði fyri tínum persónsupplýsingum. Vit avdúka tínar persónsupplýsingar til triðipartar ella almennar myndugleikar, tá ið vit lógarliga eru bundin til tess. Vit kunna avdúka tínar persónsupplýsingar til triðipartar, um tú hevur givið samtykki til tað, ella um tað eru onnur lóglig grundarløg fyri tí.

Hvussu vit tryggja tíni dáta

Vit gera okkara besta fyri at halda tínar persónsupplýsingar tryggar. Vit nýta tryggar protokollir til samskifti og dataflyting (so sum HTTPS). Vit nýta anonymisering og pseudonymisering, har tað hóskar. Vit fylgja við í okkara skipanum fyri møguligar sårbarheitir og álop.

Hóast vit royna okkara besta, kunnu vit ikki garantera trygdina av kunningini. Men vit lova at boða hóskandi myndugleikum frá dátu-brotum. Vit fara eisini at boða tær frá, um tað er ein hóttan móti tínum rættindum illa áhugamálum. Vit fara at gera alt, vit rímiliga kunnu, fyri at forða fyri trygdarbrotum og hjálpa myndugleikum, um brot skuldu hendt.

Um tú hevur ein vanga hjá okkum, legg til merkis, at tú skalt halda títt brúkaranafn og loyniorð loyniligt.

Børn

Vit hava ikki í hyggju at savna ella vitandi savna kunning frá børnum. Vit rætta okkum ikki móti børnum við okkara tænastum.

Cookies og aðrar teknologivir, vit nýta

Vit nýta cookies og/ella líknandi teknologivir fyri at greina kundaatferð, umsita heimasíðuna, fylgja við rørslum hjá brúkarum og savna kunning um brúkarar. Hetta verður gjørt fyri at persónliggera og betra um tína uppliving hjá okkum.

Ein cookie ie ein lítil tekstfíla, sum verður goymd á tínari teldu. Cookies goymma kunning, sum verður nýtt til at hjálpa síðum at virka. Bert vit hava atgongd til tær cookies, sum eru skaptar av okkara heimasíðu. Tú kanst stýra tínum cookies í stillingunum á tínum netkagara. At óvirka cookies kann tarna tær í at nýta ávísar funktiónir.

Vit nýta cookies til fylgjandi endamál:

  • Neyðugar cookies – hesar cookies krevjast fyri at tú kanst nýta ávísar týðandi funktiónir á okkara heimasíðu, so sum innrita. Hesar cookies savna onga persónliga kunning.
  • Funktionellar cookies – hesar cookies veita funktiónir, sum gera nýtsluna av okkara tænastu meira hentari og gera meira persónliggjørdar funktiónir møguligar. Til dømis kunnu tær minnast navn og teldupost í viðmerkingaroyðubløðum, so tú ikki tørvar at skriva hesa kunning aftur næstu ferð, tú ger eina viðmerking.
  • Greiningar cookies (Analytics) – hesar cookies verða nýttar til at fylgja við nýtsluni og avrikunum á okkara heimasíðu og tænastum.
  • Lýsingar cookies – hesar cookies verða nýttar til at veita lýsingar, sum eru viðkomandi fyri teg og tína áhugamál. Harumframt verða tær nýttar til at avmarka talið av ferðum, tú sært eina lýsing. Tær verða vanliga lagdar á heimasíðuna av lýsingarnetverkum við loyvi frá operatørinum av heimasíðuni. Hesar cookies minnast, at tú hevur vitjað eina heimasíðu, og hendan kunning verður deild við aðrar felagsskapir so sum lýsarar. Oftast vilja málrættaðar ella lýsingar-cookies vera tengdar til síðufunktiónir, sum hitt felagið veitir.

Tú kanst strika cookies goymdar í tínari teldu gegnum stillingarnar í tínum netkagara. Alternativt kanst tú stýra summum triðiparts cookies við at nýta ein pall til privatlívisbæting so sum optout.aboutads.info ella youronlinechoices.com. Fyri meira kunning um cookies, vitja allaboutcookies.org.

Vit nýta Google Analytics til at mála ferðsluna á okkara heimasíðu. Google hevur sín egna persónsvarnarpolitikk, sum tú kanst lesa her. Um tú ynskir at velja teg burtur úr tracking frá Google Analytics, vitja fráveljingarsíðuna hjá Google Analytics.

Dátueftirlitið

Sigmundargøta 13
Postboks 300
FO-110 Tórshavn
+298 309100
dat@dat.fo
www.dat.fo

Seinasta dagføring:
Hesar nýtslutreytir vórðu seinast broyttar tann 24. mai 2026.