Kristian Eli Andersen
Cand.psych.aut
Avtalu við Heilsutrygd
Autoriseraður sálarfrøðingur
Útbúgvin serfrøðingur í metakognitivari terapi (MCT). Level 1 og 3 x level 2. 5 ár tilsamans.
og serútbúgving í kognitivari atferðarterapi (CBT) og Acceptance and Commitment Therapy (ACT)
Limur í Felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar
Limur í SAKT (Selskab for Adfærds- og Kognitiv Terapi)
Limur í ACBS (Association for Behavioral and Contextual Sciences)
Stovnari av MCT-Institute Danish Branch og MCT-Institute Faroese Branch
Míni serøki eru tunglyndi, strongd, angist/tvangstankar, lágt sjálvsvirði, parlagstrupulleikar og børn & ung. Burtursæð frá, at eg eri útbúgvin og autoriseraður sálarfrøðingur, so havi eg eisini eina 3 ára serútbúgving sum metakognitivur terapeutur (MCT). Haraftrat havi eg eina 2 ára serútbúgving sum kognitivur atferðarterapeutur (CBT) og eina 1 ára serútbúgving sum ACT-terapeutur (ACT: Acceptance and Commitment Therapy). Í tíðarskeiðnum 2009 til 2014 átti og rak eg viðgerðarstovuna, Christianshavns Kognitive Psykologklinik, í Keypmannahavn. Har stovnaði eg Metacognitive Institute Danish Branch, m.a. saman við professara Adrian Wells frá Manchester Universitet, sum er upphavsmaður av metakognitivari terapi.
Haraftrat eri eg supervisari og fakligur ráðgevi á stóru granskingarverkætlanini Copenhagen Child Anxiety Project á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, har granskað verður í metakognitivari bólkaviðgerð av børnum, ið líða av generaliseraðari angist.
Umframt hetta havi eina tvey ára útbúgving í organisatiónssálarfrøði. Eg nýti serliga Acceptance and Commitment Training (ACT) til at hjálpa persónum og bólkum í arbeiðs- og vinnulívinum við at betra um arbeiðsgleðina, handfara strongd, avrika betur, styrkja um sjálvsálitið, loysa konfliktir, samskifta betur og styrkja um leiðara-eginleikarar. Í hesum sambandi er vert at nevna, at eg eisini havi verið men-talur venjari hjá danska talvlandsliðnum seinasta hálvt annað árið.
Burtursæð frá mínum útbúgvingum luttaki eg regluliga í skeiðum, verkstovum og ráðstevnum um allan heimin, sum verða hildnar av heimsins førandi granskarum og terapeutum.
Curriculum Vitae
Útbúgvingar
Cand. psych. aut. frá Københavns Universitet og Dansk Psykolognævn
Metakognitivur terapeutur fra MCT-Institute Manchester/Trondheim (level 1). 2 ár.
3 x Metakognitivur terapeutur fra MCT-Institute Manchester/Trondheim (advanced level 2). 3 ár tilsamans.
Kognitivur atferðarterapeutur fra SAKT (2 ár)
ACT terapeutur fra ACT Danmark (1 ár)
Starvsroyndir
Christianshavns Kognitive Psykologklinik (eigari)
CEKTOS (Center for Kognitiv Terapi & Supervision)
Angst- og OCD-klinikken/Center for Kognitiv Adfærdsterapi
Psykiatriska Deild, Landssjúkrahúsið, Føroyar
Psykiatrifonden
Institut for Militærpsykologi, Forsvarsakademiet
Viðkomandi skeið
Focused ACT v/Kirk Strosahl, Patricia Robinson & Thomas Gustavsson
(verkstova í Keypmanna-havn desembur 2013)
ACT beyond psychopathology: Using ACT and Contextual Behavioural Science to promote healthy and effective leaders, organisations and communities v. Prof Frank Bond
(verkstova á ACT/CBS ráðstevnu í London oktobur 2013)
Why learn RFT? How clinicians can use RFT to directly inform their work v. Dr Yvonne Barnes-Holmes
(verkstova á ACT/CBS ráðstevnu í London oktobur 2013)
To start learning RFT v. Dr Niklas Torneke
(verkstova á ACT/CBS ráðstevnu í London oktobur 2013)
ACT/ Contextual Behavioural Science Conference
(Ráðstevna í London oktobur 2013)
Acceptance, Compassion and Vitality: Building Skills in ACT Beyond the Basics v. Robyn Walser
(Heimsráðstevna í ACT í Washington juli 2012)
Heimsráðstevna í ACT í Washington juli 2012
Using ACT to promote highly effective workers and workplaces v. professor Frank Bond og D.J. Moran
(verkstova á ACT heimsráðstevnuni i Parma juli 2011)
Metacognitive Therapy for borderline personality disorder v. professor Hans Nordahl
(verkstova á MCT heimsráðstevnuni i Manchester mai 2011)
Metacognitive Therapy for OCD v. Peter Fisher
(verkstova á MCT heimsráðstevnuni í mai 2011)
Schema Therapy for personality disorders v. Dr. Jeffrey Young
(versktova hjá CEKTOS í Keypmannahavn novembur 2010)
Metacognitive Therapy for depression m. professor Adrian Wells
(verkstova hjá CEKTOS í Keypmannahavn novembur 2010)
Heimsráðstevna í ACT í Reno juni 2010
Mindfulness Retreat í 3 dagar v. Lake Tahoe
(verkstova á ACT heimsráðstevnuni í Reno juni 2010)
A NEW Paradigm for Cognitive Behavioral Therapy of Personality Disorders v. Dr. Christine Padesky
(verkstova hjá CEKTOS í Roskilde apríl 2010)
Collaborative CBT Case Conceptualization: Bridging Practice and Science in CBT. Masterclass in Cognitive Behavioural Therapy v. Professor Willem Kuyken
(verkstova hjá CEKTOS í Keypmannahavn januar 2010)
CBT with couples and families. Masterclass in Cognitive Behavioural Therapy v. Dr. Frank Dattilio
(verkstova hjá CEKTOS í Keypmannahavn septembur 2009)
Workshop From Chaos to Clarity: Collaborative Case Conceptualization v. Dr. Christine Padesky
(verkstova London juni 2009)
Metacognitive therapy – Treating anxiety and depression. Masterclass in Cognitive Behavioural Therapy v. professor Adrian Wells
(verkstova hjá CEKTOS í Keypmannahavn mai 2009)
DPSPs internationale seminar i Existential Psychotherapy v. professor emeritus Irvin D. Yalom og professor E. Spinelli
(fyrilestrar í septembur 2007)
Heldagsseminar i Personlighedsforstyrrelser v. serlækna í psykiatri Christian Frøkjær Thomsen april 2007.