An error has occurred

Hesum kann eg hjálpa tær við | Kristian Eli Andersen

Hesum kann eg hjálpa tær við

Tunglyndi

Næstan øll kenna til at vera tunglynd. Í øllum førum ta mildu útgávuna. Sum oftast hvørvur hon aftur av sær sjálvari og hevur ikki ta stóru ávirkanina á gerandisdagin. Tann meira álvarsliga útgávan av tunglyndi, tað sonevnda kliniska tunglyndið, kann vera sera darvandi fyri gerandisdagin og kann føra til nógva líðing.

Har eru fleiri eyðkenni við tunglyndi. Tey mest eyðsýndu eru ringt lag, dapurleiki, gleðisloysi og vantandi hugur, áhugi ella njóting.

Harafturat er tunglyndi ofta eyðkent av:

  • Svøvntrupulleikum
  • Vantandi orku
  • Vónloysi, skuldarkenslum og sjálvsábreiðslu
  • Trupulleikum við at hugsavna seg og at taka avgerðir
  • Erkvisni, innara ófriði og friðloysi
  • Broytingum í matarlysti og vekt
  • Afturvendandi tankum um deyða og sjálvmorð

Við tunglyndi broytist tankagongdin hjá tí einstaka. Tankarnir verða negativir og sjálvskritiskir, og tað, sum ein vanliga fæst við í gerandisdegnum, so sum at vera saman við øðrum fólki ella at gera dagligt arbeiði, kann gerast sera torført at koma ígjøgnum.


GAD (Generaliseraður angist)

GAD kemur av enska orðinum Generalized Anxiety Disorder. Tað, sum eyðkennir hesa líðing, er ein áhal-dandi angist og stúranir, sum fevna víða um øll lívsins viðurskifti. Vanligt er, at persónar, sum líða av GAD dagliga stúra um at missa avvarðandi, at missa starv sítt, at koma út í fíggjarligt óføri, ella um at tey ikki klára at handfara lívsins avbjóðingar nóg væl.

Hóast stúranir sum oftast eru órealistiskar, so følir viðkomandi, sum er plágaður av GAD, seg ikki føran fyri at stýra ella steðga stúranunum. Av somu orsøk kann GAD vera sera plágandi og í stóran mun darva eitt vanligt lív við familju, vinum og arbeiði.

Tey mest vanligu eyðkennini við GAD eru áhaldandi:

  • Nervøsitetur
  • Pipran
  • Vøddaspenningar
  • Sveitti
  • Ørilsi
  • Hjartabankan
  • Svimbul
  • Summarfuglar í maganum/magatrupulleikar
  • Ótti fyri sinnissjúku
  • Rastloysi
  • Óró

Lágt sjálvsvirði

Sjálvsvirði snýr seg um, hvørjar tankar tú hevur um teg sjálvan, og hvussu hesir tankar avirka tína sjálvsfatan, tíni val og tína atferð. Tað snýr seg um, hvussu tú virðismetir teg sjálvan, og um tú loyvir tær sjálvum at virka út frá tí, sum er best fyri teg.

Nógv fólk uppliva ymisk tíðarskeið, har teirra sjálvsvirði er lágt. Tey ivast í sær sjálvum, geva sær sjálvum skuldarkenslu, føla seg bangnan og eru í ringum lag.

Lágt sjálvsvirði kann vísa seg við:

  • Eftirlíkandi atferð, har ein ger tað besta fyri onnur, men ger lítið fyri seg sjálvan.
  • Negativum tankar um seg sjálvan og síni egnu avrik.
  • Kritiskum samanberingum við onnur, har egin útsjónd og avrik ikki stendur í mát við tí hjá øðrum.
  • Kenslum av, at onnur ikki viðurkenna eins egnu avrik, atferð ella útsjónd. Vantandi evni til sjálvur at taka fram egnar fyrimunir, sum viðførir, at ein hevur ilt við at taka móti rósi, viðurkenning og kærleika frá øðrum.
  • llt við at siga frá – bæði í mun til egin krøv og krøv frá øðrum.
  • Lyndi til at seta alt ov høg og órealistisk krøv til seg sjálvan.

Strongd

Vit skilja ímillum tveir ymiskar týdningar av strongd: Tann gagnliga strongdreaktiónin og tann ógagnliga strongdstøðan. Tann gagnliga strongdreaktiónin (“fight or flight response”) ger okkum før fyri at klára avbjóðingar og byrðar so gott sum yvirhøvur gjørligt. Hetta er ein sunn, hjálpsom og mennandi reaktión – so leingi vit ikki eru í henni ov leingi. Um vit eru í strongdarreaktiónini ov leingi ella ov ofta, byrjar reaktiónin at fara illa við ressursunum hjá kroppinum, og so kemur tað, sum verður kallað strongarstøða.

Hendan støðan verður ofta upplivað sum:

  • At vera spentur í kroppinum
  • Nervøsitetur/angist/hjartabankan/óró
  • Trupulleikar við at sova
  • Friðloysi
  • Møði
  • Trupulleikar við at hugsavna seg
  • Niðursett huglag

Fysiologiskt kann strongdarstøðan mátast við hægri blóðtrýsti, økt feittevni í blóðinum, strongdarhormonir, lækkað immunverja, høvuðpína, afturvendandi astma, magasár o.a.


Panikangist

Panikangist er knapplig herðindi við ógvusligum angist ella panikki. Tey koma sum oftast út av ongum og eru ofta eyðkend við:

  • Hjartabankan og høgum pulsi
  • Bróstpínu
  • Trupulleikum við at anda
  • Svimbul
  • Támutum sýni
  • Kvalmu
  • Turrum munni
  • Prikan/sovandi kenslu í fingrum og tærnum
  • Spenningum í kroppinum
  • Sveittan ella kulda
  • Kenslum av óveruleika

Hóast panikherðindi ofta vara stutt, so eru tey so ógvuslig, at ein kann vera ávirkaður av teimum í fleiri døgn aftaná. Kenslan kann vera ekstremt ótespilig og ræðandi, og vanligt er, at fólk, sum líða av panikang-ist, eru bangin fyri, at tey eru við at gerast sinnissjúk, eru við at doyggja, missa tamarhaldið, fara at svíma ella koma til at gera okkurt sera flóvisligt.

Vanligt er, at fólk, sum líða av panikangist, stúra nógv fyri at herðindini koma aftur, og tí er undanførslu-atferðin ofta stór. Hetta merkir, at ein heldur seg burtur frá støðum og virksemi, sum viðkomandi metir kann føra til eitt nýtt herðindi: At koyra bil, almenna ferðslu, keypa inn, støð við nógvum fólki, osv. Hjá summum stendur so illa til, at tey ikki koma út um dyrnar. Tískil er panikangist sera darvandi og órógvandi fyri lívsførslu og lívsgóðsku.


Sosialfobi

Tey flestu av okkum kenna til nervøsitet, áðrenn vit skulu halda eina røðu framman fyri nógvum fólki, um vit skulu avrika okkurt, sum skal dømast av øðrum, ella um vit av øðrum orsøkum skulu metast av øðrum fólki. Tað er púra vanligt, og tað krevur sum oftast eitt sindur av venjing og royndum at kenna seg tryggan í slíkum støðum. Fyri nøkur er hesin nervøsiteturin so ógvusligur, at sjálvt púra vanligar sosialar støður so sum at svara einum spurningi, um hvussu ein hevur tað, at spyrja um, hvat ein vøra kostar í einum handli, ella at eta meðan onnur eru til staðar, kunnu elva til stóran ótta, og slíkar støður kunnu ofta vera ógjørligar at fullføra.

Sosialfobi er óttin fyri at verða mettur negativt av øðrum. Tað, sum er mest eyðsýnt, er óttin fyri at “dumma seg” og óttin fyri, at onnur skulu døma, kritisera, avvísa ella halda ein fyri gjøldur. Tá ein persónur við sosialfobi er saman við øðrum fólki, kann hann rodna, rista á hondunum og fáa sveittabrot. Hesi ódámligu eyðkenni koma vanliga saman við negativum, sjálvskritiskum tankum og hugsanum um, hvussu nervøsur og “kiksaður” ein sær út.

Í sjálvari støðuni er ein sum oftast bert fokuseraður uppá, hvussu ein sær út, reagerar og uppførir seg, og harvið er viðkomandi ikki rættiliga til staðar í støðuni og varnast ikki tað, sum hendir uttanum seg, t.d. tað sum tosað verður um og atferðina hjá øðrum.

Sosialfobi førir ofta til sosiala avbyrging og einsemi. Summi, ið eru rakt, uppliva allar sosialar støður sum ógvuliga óttaøsandi, meðan summi bara hava trupulleikar við heilt ávísum støðum, sum t.d. at skula rætta fingurin upp fyri at siga okkurt í skúlatímanum. Sama hvussu álvarsligt tað er, so gevur sosialfobi ógvusligar trupulleikar í mun til dagligar gerðir, virksemi, sosiala samveru og trivnað.


OCD: Obsessive Compulsive Disorder (Tvangstankar/tvangshandlingar)

Fólk, sum líða av OCD, uppliva ótespiligar, átreingjandi tankar ímóti egnum vilja og kenna seg ofta drivin til umaftur og umaftur at útføra serstøk ritual ella handlingar. Hóast OCD-rakt sum oftast eru vitandi um, at tvanstankarnir og tvangshandlingarnar eru meiningsleys og ólogisk fyribrigdi, so kunnu sjúkueyðkennini vera sera trupul at stýra, og óttin knýttur at teimum kann kennast ekstremt pínufullur og órógvandi fyri gerandisdagin. OCD finst í stigum líka frá tí heilt milda, har tað bara er viðhvørt, til ta avlamandi støðuna, har stórt sæð allir vaknu tímarnir í samdøgrinum eru fongdir av tvangstankum og tvangshandlingum.

Tvangstankar (obsessions) eru tankar, hugmyndir og ivi, sum afturvendandi treingja seg inn í tilvitskuna. Tað snýr seg oftast um ótta fyri at skaða seg sjálvan ella onnur, ótta fyri smittu ella kemikalium, yvirdrivnan iva og tørv á skili og symmetri. Tvangstankarnir eru næstan altíð pínufult órógvandi og serstakliga truplar at mótarbeiða.

Tvangshandlingar og ritual (compulsions) eru afturvendandi gerðir, sum verða framdar eftir einum ávísum mynstri, ofta fyri at sleppa undan einari ella aðrari hending ella fyri at “neutralisera” ella koma av við tvangstankarnar. Vanligastu tvangshandlingarnar eru ritual við vasking ella reingerð, kontrolritual (kekka), teljiritual og ritual við ordan/symmetri. Nøkur hava “bara” tvangstankar uttan ritual (í hvussu so er sjónlig ritual), onnur næstan ”bara” ritual, men oftast er talan um eina blanding av báðum.


PTSD: Post Traumatic Stress Disorder

PTSD stendur fyri post traumatic stress disorder, á føroyskum posttraumatisk strongdreaktión. Hetta er ein tilstandur, sum uppstendur sum ein reaktión á eina traumatiska hending, sum er serliga hóttandi ella ræðulig. Dømi um slíkar hendingar kann vera, at man er vitni til ella sjálvur upplivir eitt álop, eina ferðsluvanlukku, eitt rán, eina neyðtøku, kríggj, eld ella eina náttúruvanlukku. Offur fyri álvarsamari langtíðar happing kunnu eisini hava PTSD eyðkenni.

Ofta eru persónar við PTSD plágaðir av afturvendandi endurupplivingum av trauma´inum, sum kunnu kennast sera ógvusligar og lívligar. Hetta kann antin vera sum “flash-backs” ella í dreymum og marrum. Samstundis upplivist eisini eitt sterkt óbehag, um persónurin kemur í støður, sum minna um trauma´ið. Hetta kann føra til, at ein byrjar at sleppa sær undan øllum, sum minnir um hendingina, og harvið eisini ein sera avmarkaðan gerandisdag. Omaná “flash-backs” og undanførsluatferð er persónurin, sum er plágaður av PTSD, eisini eyka nógv á varðhaldi. Kroppurin er í tilbúgving, og sjálvt tað minsta óvæntaða ljóðið kann fáa hvøkk á ein. Nógv við PTSD uppliva eisini svøvntrupulleikar, trupulleikar við at hugsavna seg, erkvisni ella vreiði, og at tey halda seg burtur frá ella goyma seg fyri øðrum. Angist og tunglyndi er eisini ofta ein partur av PTSD.


Stakfobi

Fobi´ir eru eyðkendar við einum yvirstórum ótta fyri einum ávísum luti, sum t.d. slangum, eiturkoppum ella hundum, ella eini ávísari støðu (serliga støður, har tað kennist, sum tú ikki hevur tamarhald), t.d. at vera í lyftu, flúgva, koyra bil, hæddir ella toruveður.

Ein fobi kann hava fleiri eyðkenni, og hon kann vera sera oyðileggjandi fyri tann, sum líðir av henni.

  • Kropsligu eyðkennini við fobi eru ofta hjartabankan, høgur pulsur, pipran, hitavøkstur, tru-pulleikar við at anda og magasnertir, tá ein hugsar um tað, hann hevur fobi fyri.
  • Sálarliga kennir ein á sær kensluna av ræðslu, manglandi yvirlit, ørkymlan, rýmingarkenslu og onnur sløg av órógv.

Nógv kunnu liva við eini fobi, um hon ikki hevur serliga nógv at siga í gerandisdegnum; hon heldur ikki einum aftur í vanliga lívinum. Nógv, ið hava fobi fyri at flúgva t.d., kenna á sær, at tey kunnu liva við henni, um tey ikki ferðast nógv ella velja at sigla hvørjaferð (atferð, har ein sleppir sær undan fobi´ini). Hinvegin kann fobi fyri t.d. eiturkoppum ella hundum vera ring at liva við, tí hon kann koma fram í gerandisdegnum, uttan at ein hevur tamarhald á tí.


Sjúkuangist

Sjúkuangist inniber, at ein á hægsta stigi er tilvitaður um kropp sín og hevur lyndi til at finna villur og sjúkur allastaðni. Lættir tilburðir av sjúkuangist eru sera vanligir og geva sjálvdan trupulleikar, sum hava tørv á viðgerð. Í meira álvarsligum dømum kann sjúkuangist tó føra til, at ein allatíðina er upptikin av, hvat merkist í og sæst á kroppinum, og áhaldandi stúrir um, at ein hevur eina álvarsliga sjúku, og ikki er nøgdur við ella blívur róligur av, at læknin vissar um, at tað ikki er so. Í hesum førum, har óttin er órógvandi ella brýtur álvarsliga inn í gerandisdagin, kann tað vera ein stórur lætti at leita sær hjálp.

Summi av eyðkennunum við sjúkuangist eru:

  • Tvangstankar um at líða av eini sjúku ella øðrum heilsuviðurskiftum, sum eru torfør ella ógjørlig at fáa úr høvdinum.
  • Ótti fyri at líða av eini álvarsligari kropsligari sjúku, ella tankar um, at ein fer at fáa eina slíka sjúku í framtíðini.
  • Uppmerksemi móti kropsligum virksemi, kropsligur varhugi, kropsligar reaktiónir ella minni kropsligar trupulleikar, sum verða mistulkaðir sum álvarsligar sjúkur.
  • Kenslusemi, t.e. at um ein hoyrir ella lesur um eina ávísa álvarsliga sjúku, fer ein at óttast fyri, at ein hevur ella fer at fáa hesa somu sjúku.
  • Ovurstórur áhugi fyri medisinskum upplýsingum.
  • Óveruligur ótti fyri at verða smittaður ígjøgnum okkurt, ein hevur nomið við ella etið, ella ígjøgnum ein persón, ein hevur verið í samband við.

Samleikakreppa og tilverukreppa

Ein er í kreppu, tá ið ein kemur í eina lívsstøðu, har tær innlærdu royndirnar og reaktiónshættirnir ikki eru nokk til at loysa trupulleikan. Lívsstøður, sum kunnu birta eina samleikakreppu, eru tilburðir, sum eru partar av vanliga lívinum, men sum knappliga gerast øtiligir. T.d. at fáa barn, fara ígjøgnum hjúnaskilnað, gerast álvarsliga sjúkur, uppliva svik frá persónum, sum hava verið nær ella at missa arbeiðið/fara á eftirløn o.a.

Tilburðir sum omanfyrinevndu avbróta ella broyta á ymsan hátt lívsskeiðið higartil, og ávirka harvið eisini aktuellu lívsstøðuna og virkisháttin hjá einum. Felags fyri tær hættisligu støðurnar er, at tær seta tankar og kenslur í gongd – og í hesi gongdini kemur ein spennings- ella strongdarstøða. Hetta kann enda við ymiskum sálarligum sjúkueyðkennum, heilt frá gleðiloysi og lættum órógvi til tunglyndi og ótta. Ein kann eisini uppliva knapplig og óskiljandi, kropslig sjúkueyðkenni, sum t.d. pínu fyri bróstið, búkilsku, svimbul o.a. Um støðan ikki verður handfarin rætt, kann ein víðfevnd kensla av høpisloysi og vónloysi taka seg upp. Framtíðin kennist sum ein óverulig stødd, og ein kann kenna seg virkislamnan í sambandi við, hvussu man kemur víðari við lívinum.

Somu tankarnir og kenslurnar gera seg galdandi, tá tosað verður um eina sonevnda tilverukreppu. Hesar kreppur kunnu koma fyri, um ein t.d. er staddur á einum krossvegi í lívinum; t.e. tá ein endar eitt lívsskeið og byrjar eitt nýtt. Til dømis, tá skúlagongdin er liðug, og man byrjar eina útbúgving, tá børnini flyta heimanifrá, tá man skiftir arbeiði o.a. Hesi lívsskifti kunnu skapa iva og ótryggleika og vera grundin til tankar, sum:

  • Hvør eri eg?
  • Hvussu finni eg ta leiðina, sum passar til mín?
  • Havi eg valt rætt?
  • Hvat vil eg við mínum lívi?

Harafturat kann ein ofta uppliva eina kenslu sum skomm ella skuld fyri, at ein hevur tað so ringt, tí tað kennist sum, at man átti at verið glaður og nøgdur.


Øvundsjúka

Øvundsjúka kemur fyri, tá ein kennir á sær, at eitt virðismikið samband til ein annan er hótt av einum kappingarneyta. Øvundsjúka kann vera sunn, so leingi hon ikki fyllir ov nógv. Tað, ið kann kallast “tann lítla øvundsjúkan”, kann í roynd og veru styrkja parlagið: Tá ein kennir eitt prik av øvundsjúku, verður ein mintur á, at unnustan/unnustin hevur týdning. Á hendan hátt styrkir “tann lítla øvundsjúkan” parlagið – báðir partar verða viðurkendir og bandið ímillum tey bæði verður styrkt.

Men øvundsjúka er ein trupulleiki, tá ið kenslurnar koma at fylla ov nógv. Um ein gongur meginpartin av tíðini og hugsar um at missa, minkar tað um lívsgleðina og orkuna. Øvundsjúka er ein samansett kensla, sum verður víst á fleiri hættir: t.d. við vreiði, ótta, sorg, einsemi o.a. Øvundsjúka kemur til sjóndar bæði sum kenslur og við tann háttin, sum tann øvundsjúki uppførir seg og reagerar á, men tá ið bæði tankar, kenslur og gerðir eru ymisk frá persóni til persón, er tað næstan ógjørligt at hava eina eintýdda lýsing av øvundsjúku.

Sterk øvundsjúka, og serliga tann atferðin, sum fylgir við henni, kann vera slítandi fyri báðar partar í einum parlagi. Tann, sum er øvundsjúkur, er plágaður av nógvum negativum tonkum og kenslum. Hann hevur tað ringt við at vísa tað og at virka útfrá teimum á ein ordiligan hátt. Ofta er hendan atferðin ein byrða fyri hin partin í parlagnum, og tað merkir antin nógvar beinleiðis samanbrestir, ella at man skeldast illa, ofta grundað á eina yvirdrivna kontrolleraða atferð, ella at hin parturin niðurbindur sína atferð og tað, hann følur/sigur, fyri at sleppa undan at øsa øvundsjúkuna fram.


Próvtøkuótti

Flestu lesandi eru nervøs og bangin fyri próvtøku. Eitt sindur av nervøsiteti kann vera gott, um tú skalt avrika sum best, tí nervøsitetur er við til at skerpa sansir, og tað fær okkum til at avrika betur. Summir næmingar uppliva tó, at hesin positivi nervøsiteturin verður til tyngjandi óttatrupulleikar í sambandi við próvtøkur. Fyri summi kemur hendan kenslan, bara tey hugsa um orðið próvtøka; kroppurin reagerar við óttaeyðkennum, sum hjartabankan, sveittabroti og búkilsku. Hesi kroppsligu eyðkenni kunnu hava so stóra ávirkan, at ein roynir at sleppa undan ampanum, t.d. tankar um at útseta próvtøkuna, ivi um ein lesur ta røttu lærugreinina og tankar um at gevast við lestrinum. Hetta er púra vanligt.

Tað er vanligt, at próvtøkuótti kennist óbehagiligur og onkuntíð heilt skakandi. Í summum førum kemur óttin spakuliga fleiri vikur áðrenn próvtøkuna við sjúkueyðkennum sum ringur magi, vaml, víðfevnd uppspenning og trupulleikar við at hugsavna seg. Óttin kann eisini koma knappliga, t.d. við høgum pulsi og turrum munni. Tú kanst eisini kenna næstan tað øvugta; ein kensla av at geva upp – at tú verður fjarur ella “kensluliga kaldur”.

Báðar støður eru eyðkend við, at øll tín skipan fer í yvirlivingar-støðu: Kroppurin og sinnið fara at hávirka og leggja dent á yvirliving. Instinktini hava so at siga tikið yvir fyri at verja teg, tí kroppurin heldur, at tú ert í vanda.

Til hetta skal sigast, at ótti er ein almenn menniskjalig kensla, sum í útgangsstøðinum hevur eitt gott endamál. Hann fortelur tær, nær okkurt óvanligt er um at henda, so tínir sansir hvessast, og tú kanst bera teg gagnliga at í eini krevjandi støðu. Tað snýr seg harvið ikki um at sleppa av við óttan, men um at samskifta við hann, so tú kanst handfara hann.


Parterapi

At fara í viðgerð sum par gevur serliga góð úrslit, tá trupulleikar eru við parlagnum ella hjúnalag-num. Tann eini ella báðir partarnir uppliva kanska, at teirra lív saman ikki gevur nóg nógva gleði, men heldur kennist slítandi og orkukrevjandi. Fyri nøkur pør er trupulleikin ringur at seta orð á. Tað kennist kanska, sum at felagin ikki er við í familjuni longur, at “eldhugurin er farin”, ella at felagin ikki gevur sær far um ein í parlagnum. Onnur pør hava tørv á at vera ráðgivin í at broyta eitt heilt ítøkiligt mynstur; tað kann snúgva seg um samband við vinur og familju, barnauppaling, seksualitet, ótrúskap o.a.

Felags fyri hesi bæði er, at parlagið ber dám av vánaligum samskifti. Man verður fangaður í valdsstríði og skeldi, og ein hevur tað ringt við at vísa kærleika til sín felaga sum fyrr. Tá tað kennist sum, at tað ikki kemst uttanum trupulleikarnir, er tað serliga ringt at lurta reiðiliga eftir hvørjum øðrum. Tey virðini og eginleikarnir hjá felaganum, sum ein forelskaði seg í, kennast langt burturi, meðan tað, sum útlúgvar og ørkymlar stendur skyggjandi klárt. Í hesari støðuni er tørvur á at:

  • Loysa teir trupulleikarnir, sum kunnu loysast
  • Ikki tvíhalda um eitthvørt
  • Skapa felags heimar
  • Fáa kunnleika til heimin hjá hvørjum øðrum
  • Dyrka hámeting og gleði við sínum felaga
  • Venda sær ímóti hvørjum øðrum í staðin fyri hinvegin
  • Lata sín felaga hava ávirkan á seg

At endurfinna kærleikan til hvønn annan er ofta tætt knýtt at at kenna viðurkenning frá hvørjum øðrum. Um partnarin lurtar, góðtekur og viðurkennir hugsanir hjá einum, verður tað lættari sjálvur at vísa fatan, og á sama hátt kann tað blíva lættari at broyta atferð. At skilja hin, merkir ikki, at ein gevur sær sjálvum rætt ella skeivt. Tað snýr seg um at vísa sínum felaga, at ein er førur fyri at skilja sjónarmiðið hjá honum, og soleiðis sum hetta sjónarmið fær ein til at virka á ein ávísan hátt. At sjónarmið felagans er særandi ella ørkymlandi útihýsir ikki, at ein ikki kann skilja sjónarmiðið.

Við á hendan hátt at gerast betur til at skilja hvønn annan, kemur møguleikin fyri aftur at venda sær ímóti hvørjum øðrum, og at seta hvønn annan fremst.