Parterapi

At fara í viðgerð sum par gevur serliga góð úrslit, tá trupulleikar eru við parlagnum ella hjúnalag-num. Tann eini ella báðir partarnir uppliva kanska, at teirra lív saman ikki gevur nóg nógva gleði, men heldur kennist slítandi og orkukrevjandi. Fyri nøkur pør er trupulleikin ringur at seta orð á. Tað kennist kanska, sum at felagin ikki er við í familjuni longur, at “eldhugurin er farin”, ella at felagin ikki gevur sær far um ein í parlagnum. Onnur pør hava tørv á at vera ráðgivin í at broyta eitt heilt ítøkiligt mynstur; tað kann snúgva seg um samband við vinur og familju, barnauppaling, seksualitet, ótrúskap o.a.

Felags fyri hesi bæði er, at parlagið ber dám av vánaligum samskifti. Man verður fangaður í valdsstríði og skeldi, og ein hevur tað ringt við at vísa kærleika til sín felaga sum fyrr. Tá tað kennist sum, at tað ikki kemst uttanum trupulleikarnir, er tað serliga ringt at lurta reiðiliga eftir hvørjum øðrum. Tey virðini og eginleikarnir hjá felaganum, sum ein forelskaði seg í, kennast langt burturi, meðan tað, sum útlúgvar og ørkymlar stendur skyggjandi klárt. Í hesari støðuni er tørvur á at:

  • Loysa teir trupulleikarnir, sum kunnu loysast
  • Ikki tvíhalda um eitthvørt
  • Skapa felags heimar
  • Fáa kunnleika til heimin hjá hvørjum øðrum
  • Dyrka hámeting og gleði við sínum felaga
  • Venda sær ímóti hvørjum øðrum í staðin fyri hinvegin
  • Lata sín felaga hava ávirkan á seg

At endurfinna kærleikan til hvønn annan er ofta tætt knýtt at at kenna viðurkenning frá hvørjum øðrum. Um partnarin lurtar, góðtekur og viðurkennir hugsanir hjá einum, verður tað lættari sjálvur at vísa fatan, og á sama hátt kann tað blíva lættari at broyta atferð. At skilja hin, merkir ikki, at ein gevur sær sjálvum rætt ella skeivt. Tað snýr seg um at vísa sínum felaga, at ein er førur fyri at skilja sjónarmiðið hjá honum, og soleiðis sum hetta sjónarmið fær ein til at virka á ein ávísan hátt. At sjónarmið felagans er særandi ella ørkymlandi útihýsir ikki, at ein ikki kann skilja sjónarmiðið.

Við á hendan hátt at gerast betur til at skilja hvønn annan, kemur møguleikin fyri aftur at venda sær ímóti hvørjum øðrum, og at seta hvønn annan fremst.