Fyrsta samrøðu fer altíð til at útgreina trupulleikan, sum tú ynskir hjálp til. Aftaná tað, taka vit so í felag støðu til, hvat slag av viðgerð egnar seg best til teg og tín trupulleika: Um tað skal vera metakognitiv terapi, kognitiv atferðarterapi, ACT, ella kanska hvørgan av teimum, men bert vanlig samrøða, har tú hevur tørv á einum, ið lurtar, stuðlar, sparrar og kemur við góðum ráðum.
Metakognitiv terapi (MCT)
Metakognitiv terapi (MCT) er ein nýggjur sálarfrøðisligur viðgerðarháttur móti ymsum sálarsjúkum. Viðgerðarhátturin byggir á eina serstaka teori um orsøkirnar til sálarsjúkur, har man meinar, at sálarsjúkur eyðkennast av einum sokallaðum kognitivum uppmerksemissyndromi (CAS: Cognitive Attentional Syndrome), sum stendst av stúranum, grundanum, spekulatiónum, fastlæstum upp-merksemi á hóttanum og negativum kenslum og ógagnligari atferð, sum gevur baksláttur og ger trupulleikarnir verri.
Hendan óhepna broyting í tankamynstrum og uppmerksemismynstrum (CAS) kemst av metakog-nitiónum – forritum í heilanum, um hvussu heilin eigur at viðgera informatión – og tann metakognitivi terapeuturin strembar eftir at burturflyta CAS við at hjálpa klientunum at menna nýggjar mátar at stýra sínum uppmerksemi, nýggjar mátar at fyrihalda seg til sínar negativu tankar, og við at broyta tær metakognitivu sannføringarnar – tankar um tankar – sum føra til tey óhepnu tanka- og upp-merksemismynstrini (CAS).
Tann teoretiski frymilin handan MCT er bakkaður væl upp av vísindaligum kanningum, og nú eru eftirhondini rættiliga nógv haldgóð vísindalig prógv fyri, at viðgerðarhátturin er sera effektivur mótvegis ymiskum sálarsjúkum sum eitt nú tunglyndi, sosialum angist, OCD, GAD, PTSD, og bor-derline persónsmenskuórógv, hóast tað enn er neyðugt við fleri kanningum.
Í metakognitivari viðgerð lærir tú at fáa tamarhald á stúranum og negativari hugsan, at styrkja um uppmerksemi og at broyta atferð. Vit gera okkum dælt av nógvum venjingum m.a. nøkrum sum eitur frákoblað uppmerksemi og uppmerksemisvenjing, sum nógvir klientar lýsa sum body-building fyri heilan. Hesar venjingar og amboð byggja á 30 ára gransking í hvussu heilin viðgerð informatión
Kognitiv atferðarterapi (CBT)
Óteljandi vísindaligar kanningar vísa, at kognitiv atferðarterapi er ein av teimum mest effektivu sálarfrøðisligu viðgerðarháttunum móti fleiri sálarsjúkum. Tað grundleggjandi í hesum viðgerðarháttinum er tað felags samstarvið ímillum sálarfrøðingin og klientin. Longu tíðliga í til-gongdini verður semja gjørd um málini fyri viðgerðartíðarskeiðið, og við at læra klientin sjálvan at verða meira tilvitaðan um, hvussu hann hugsar, følir og reagerar í ávísum støðum, sum gevur ho-num trupulleikar, hjálpir sálarfrøðingurin honum við at fáa skil fyri, hvussu trupulleikarnir hanga saman, hví teir taka seg upp, og hví teir ikki hvørva aftur.
Hareftir verður tað lættari at taka amboð í nýtslu, sum gera tað møguligt fyri klientin at hugsa meira veruleikakent og virka meira gagnligt. Til samarbeiðið gevur sálarfrøðingurin vitan og serkunnleika um sálarfrøðiligar trupulleikar; hartil effektiv amboð til at loysa hesar trupulleikar.
Ein týðandi partur av viðgerðartíðarskeiðnum er heimauppgávur ímillum samrøðurnar, sum sálarfrøðingurin og klienturin verða samdir um frá ferð til ferð, t.d. at útfylla virknistalvur ella skrásetingar av ringum, torførum ella ódámligum støðum. Hetta tryggjar m.a., at tær nýggju áskoðanirnar og amboðini, sum verða ment undir samrøðunum, verða flutt yvir á ítøkiliga lívið hjá klientinum uttan fyri samrøðurnar. Til samstarvið gevur klienturin í hesum sambandi motivatión og viljan til at arbeiða við sær sjálvum, hann ger heimauppgávurnar og tekur sjálvur ábyrgdina fyri broyting.
Acceptance and Commitment Therapy (ACT)
Acceptance and Commitment Therapy (ACT) hevur fingið navn frá einum av sínum høvuðsboðskapum: Góðtak tað sum er uttan fyri títt egna tamarhald, og plikta teg til handlingar, sum betra og ríka um lív títt. Endamálið við ACT er at fáa sum mest burtur úr teimum menniskjaligu møguleikunum fyri einum ríkum, fullum og meiningsfullum lívi. ACT (sum verður borið fram sum orðið ACT og ikki sum A-C-T) røkkur hesum málinum við:
- at læra fólk tey sálarligu evnini at handfara sínar pínufullu tankar og kenslur effektivt, soleiðis at hesir tankar og kenslur hava nógv minni ávirkan á tey (til hetta verður mindfulness brúkt).
- at hjálpa fólki at gera sær greitt, hvat veruliga hevur týdning og gevur meining fyri tey – tey so-kallaðu virðini – og so at brúka hesa vitan til at vegleiða, inspirera og motivera tey til at broyta lív sítt til tað betra.
Mindfulness er sentralt í ACT. Hetta er ein mentalur tilstandur av tilvitan, fokus og opinleika, sum ger tað gjørligt hjá okkum at engagera okkum fult út í tí, sum vit gera, meðan vit gera tað. Tá ið ein er í einum tilstandi av mindfulness, hava truplir tankar og kenslur nógv minni ávirkan á ein – so tað er sera hjálpsamt mótvegis øllum frá sálarsjúkum til at styrkja um ítróttarlig og arbeiðslig avrik. Ofta verður mindfulness vant ígjøgnum meditatión. Í ACT er meditatión bert ein av mongum mátum at venja mindfulness uppá, og hetta er gott, tí nógvum fólkum dámar ikki at meditera, og tað kann eisini vera rættiliga tíðarkrevjandi. ACT gevur fólki eina rúgva av amboðum til at læra mindfulness, nógv sum bert taka nakrar fáa minuttir at læra.
Acceptance and Commitment Therapy (ACT) er ein unik og kreativ tilgongd til at broyta atferð, sum byggir á eina modernaða vísindaliga tilgongd (RFT: Relational Frame Theory), sum er nakað av tí allar nýggjasta innan gransking í menniskjaligari atferð og sálarfrøði.