Generaliseraður angist
GAD kemur av enska orðinum Generalized Anxiety Disorder. Tað, sum eyðkennir hesa líðing, er ein áhal-dandi angist og stúranir, sum fevna víða um øll lívsins viðurskifti. Vanligt er, at persónar, sum líða av GAD dagliga stúra um at missa avvarðandi, at missa starv sítt, at koma út í fíggjarligt óføri, ella um at tey ikki klára at handfara lívsins avbjóðingar nóg væl.
Hóast stúranir sum oftast eru órealistiskar, so følir viðkomandi, sum er plágaður av GAD, seg ikki føran fyri at stýra ella steðga stúranunum. Av somu orsøk kann GAD vera sera plágandi og í stóran mun darva eitt vanligt lív við familju, vinum og arbeiði.
Tey mest vanligu eyðkennini við GAD eru áhaldandi:
- Nervøsitetur
- Pipran
- Vøddaspenningar
- Sveitti
- Ørilsi
- Hjartabankan
- Svimbul
- Summarfuglar í maganum/magatrupulleikar
- Ótti fyri sinnissjúku
- Rastloysi
- Óró