Samleikakreppa og tilverukreppa

Ein er í kreppu, tá ið ein kemur í eina lívsstøðu, har tær innlærdu royndirnar og reaktiónshættirnir ikki eru nokk til at loysa trupulleikan. Lívsstøður, sum kunnu birta eina samleikakreppu, eru tilburðir, sum eru partar av vanliga lívinum, men sum knappliga gerast øtiligir. T.d. at fáa barn, fara ígjøgnum hjúnaskilnað, gerast álvarsliga sjúkur, uppliva svik frá persónum, sum hava verið nær ella at missa arbeiðið/fara á eftirløn o.a.

Tilburðir sum omanfyrinevndu avbróta ella broyta á ymsan hátt lívsskeiðið higartil, og ávirka harvið eisini aktuellu lívsstøðuna og virkisháttin hjá einum. Felags fyri tær hættisligu støðurnar er, at tær seta tankar og kenslur í gongd – og í hesi gongdini kemur ein spennings- ella strongdarstøða. Hetta kann enda við ymiskum sálarligum sjúkueyðkennum, heilt frá gleðiloysi og lættum órógvi til tunglyndi og ótta. Ein kann eisini uppliva knapplig og óskiljandi, kropslig sjúkueyðkenni, sum t.d. pínu fyri bróstið, búkilsku, svimbul o.a. Um støðan ikki verður handfarin rætt, kann ein víðfevnd kensla av høpisloysi og vónloysi taka seg upp. Framtíðin kennist sum ein óverulig stødd, og ein kann kenna seg virkislamnan í sambandi við, hvussu man kemur víðari við lívinum.

Somu tankarnir og kenslurnar gera seg galdandi, tá tosað verður um eina sonevnda tilverukreppu. Hesar kreppur kunnu koma fyri, um ein t.d. er staddur á einum krossvegi í lívinum; t.e. tá ein endar eitt lívsskeið og byrjar eitt nýtt. Til dømis, tá skúlagongdin er liðug, og man byrjar eina útbúgving, tá børnini flyta heimanifrá, tá man skiftir arbeiði o.a. Hesi lívsskifti kunnu skapa iva og ótryggleika og vera grundin til tankar, sum:

  • Hvør eri eg?
  • Hvussu finni eg ta leiðina, sum passar til mín?
  • Havi eg valt rætt?
  • Hvat vil eg við mínum lívi?

Harafturat kann ein ofta uppliva eina kenslu sum skomm ella skuld fyri, at ein hevur tað so ringt, tí tað kennist sum, at man átti at verið glaður og nøgdur.