Sjálvsvirði snýr seg um, hvørjar tankar tú hevur um teg sjálvan, og hvussu hesir tankar avirka tína sjálvsfatan, tíni val og tína atferð. Tað snýr seg um, hvussu tú virðismetir teg sjálvan, og um tú loyvir tær sjálvum at virka út frá tí, sum er best fyri teg.
Nógv fólk uppliva ymisk tíðarskeið, har teirra sjálvsvirði er lágt. Tey ivast í sær sjálvum, geva sær sjálvum skuldarkenslu, føla seg bangnan og eru í ringum lag.
Lágt sjálvsvirði kann vísa seg við:
- Eftirlíkandi atferð, har ein ger tað besta fyri onnur, men ger lítið fyri seg sjálvan.
- Negativum tankar um seg sjálvan og síni egnu avrik.
- Kritiskum samanberingum við onnur, har egin útsjónd og avrik ikki stendur í mát við tí hjá øðrum.
- Kenslum av, at onnur ikki viðurkenna eins egnu avrik, atferð ella útsjónd. Vantandi evni til sjálvur at taka fram egnar fyrimunir, sum viðførir, at ein hevur ilt við at taka móti rósi, viðurkenning og kærleika frá øðrum.
- llt við at siga frá – bæði í mun til egin krøv og krøv frá øðrum.
- Lyndi til at seta alt ov høg og órealistisk krøv til seg sjálvan.