Strongd

Vit skilja ímillum tveir ymiskar týdningar av strongd: Tann gagnliga strongdreaktiónin og tann ógagnliga strongdstøðan. Tann gagnliga strongdreaktiónin (“fight or flight response”) ger okkum før fyri at klára avbjóðingar og byrðar so gott sum yvirhøvur gjørligt. Hetta er ein sunn, hjálpsom og mennandi reaktión – so leingi vit ikki eru í henni ov leingi. Um vit eru í strongdarreaktiónini ov leingi ella ov ofta, byrjar reaktiónin at fara illa við ressursunum hjá kroppinum, og so kemur tað, sum verður kallað strongdarstøða.

Hendan støðan verður ofta upplivað sum:

  • At vera spentur í kroppinum
  • Nervøsitetur/angist/hjartabankan/óró
  • Trupulleikar við at sova
  • Friðloysi
  • Møði
  • Trupulleikar við at hugsavna seg
  • Niðursett huglag

Fysiologiskt kann strongdarstøðan mátast við hægri blóðtrýsti, økt feittevni í blóðinum, strongdarhormonir, lækkað immunverja, høvuðpína, afturvendandi astma, magasár o.a.