OCD

Obsessive Compulsive Disorder (Tvangstankar/tvangshandlingar)

Fólk, sum líða av OCD, uppliva ótespiligar, átreingjandi tankar ímóti egnum vilja og kenna seg ofta drivin til umaftur og umaftur at útføra serstøk ritual ella handlingar. Hóast OCD-rakt sum oftast eru vitandi um, at tvanstankarnir og tvangshandlingarnar eru meiningsleys og ólogisk fyribrigdi, so kunnu sjúkueyðkennini vera sera trupul at stýra, og óttin knýttur at teimum kann kennast ekstremt pínufullur og órógvandi fyri gerandisdagin. OCD finst í stigum líka frá tí heilt milda, har tað bara er viðhvørt, til ta avlamandi støðuna, har stórt sæð allir vaknu tímarnir í samdøgrinum eru fongdir av tvangstankum og tvangshandlingum.

Tvangstankar (obsessions) eru tankar, hugmyndir og ivi, sum afturvendandi treingja seg inn í tilvitskuna. Tað snýr seg oftast um ótta fyri at skaða seg sjálvan ella onnur, ótta fyri smittu ella kemikalium, yvirdrivnan iva og tørv á skili og symmetri. Tvangstankarnir eru næstan altíð pínufult órógvandi og serstakliga truplar at mótarbeiða.

Tvangshandlingar og ritual (compulsions) eru afturvendandi gerðir, sum verða framdar eftir einum ávísum mynstri, ofta fyri at sleppa undan einari ella aðrari hending ella fyri at “neutralisera” ella koma av við tvangstankarnar. Vanligastu tvangshandlingarnar eru ritual við vasking ella reingerð, kontrolritual (kekka), teljiritual og ritual við ordan/symmetri. Nøkur hava “bara” tvangstankar uttan ritual (í hvussu so er sjónlig ritual), onnur næstan ”bara” ritual, men oftast er talan um eina blanding av báðum.