Tað er hart at vera menniskja. Sera hart. Tað finst næstan einki, sum púra kann loysa okkum frá sálarligari líðing. Vit menniskju kunnu vera pen og vøkur, vit kunnu hava tey bestu foreldrini, tey mest fantastisku børnini, fíggjarligan tryggleika og ein undurfullan maka – og hóast tað vera ólukkulig. Tey flestu hava hoyrt um onkran, sum vit hildu livdi tað góða lívið, sum vit hildu hevði alt, men sum kortini hevði álvarsligar sálarligar trupulleikar.
Tølini tala fyri seg. Annar hvør persónur kann onkuntíð rokna við at hava onkra mentala líðing og blíva bólkaður sum sálarliga sjúkur. Og her er ikki tikin hædd fyri øllum teimum kensluligu ampunum, sum eru bundin at trupulleikum á arbeiðsplássinum, í parlagnum, við børnunum og øllum teimum natúrligu, men sera truplu broytingunum, sum henda í lívinum. Um vit leggja øll tølini saman, øll tey fólkini, sum eru ella hava verið tunglynd, bundin, óttafull, havt vreiði, verið sjálvdestruktiv, fremmandagjørd, ørkymlað, tvangshugsandi, arbeiðsnarkomanar, ósikkur, smæðin, fráskild, hildið seg frá nærleika ella strongd, kunnu vit ikki annað enn at koma til hesa sera ræðandi niðurstøðuna: Sálarlig líðing er eitt grundkor við at vera menniskja.
Hóast hetta tykist tað sum um, at nógvir sálarfrøðingar og sálarlæknar gloyma hetta. Hóast prógv fyri tí øvugta, so viðgera vit gjarna menniskjaliga líðing, sum um tað var ein sjúka, sum skal lekjast. Avleiðingin er, at fólk fara at kenna seg sjúk, skalað, óvanlig, oyðiløgd orsakað av púra vanligum, men ódámligum, tankum og kenslum.
Tað er umráðandi at undirstrika, at vit øll hava felags fortreyt. Vit eru øll menniskju úr kjøti og blóði og harvið eisini líðandi skapningar. Sum sálarfrøðingur upplivi eg onkuntíð, at eg sjálvur siti við somu tankum og ótta um meg sjálvan og mítt lív, sum klienturin situr og berjist við. Og eg eri ikki bangin fyri at fortelja hetta fyri mínum klientum. Tey skulu skilja, at tey ikki eru einsamøll, og at har ikki er nakað galið við teimum. Tey sita bara føst í lívinum og skulu hjálpast á glið aftur.