At siga takk mugu vit ikki gloyma

Jólini eru tann sansaliga lívsnjótandi høgtíðin. Á jólum eru ikki mørk fyri møguleikum at njóta. At slappa av, at hugna sær, at vera saman, at eta, at drekka, at syngja, at forbrúka, at keypa, at geva, at fáa, ja, at liva. Samstundis tykist tað sum um, at hvørji jól koma at snúgva seg líka so nógv um jólares, vantandi jólahugna, ótamda materialismu, meðan vit gloyma veruliga jólaboðskapin.

Men sálarfrøðiliga sæð er hetta als ikki løgið. Hetta nemur við eitt púra natúrligt menniskjaligt fyribrigdi. Langt áðrenn jólini gjørdust ein kristin høgtíð og í londunum rundan um okkum fingu navnið Kristmessa, hátíðarhildu gomlu heidnu víkingarnir miðveturin. Teir kallaðu tað at drekka jól, og so nógv var drukkið og “festað”, at longu tá var alment mælt til hóvsemi og afturhald av ótta fyri, at ov nógv varð gjørt av. Tað liggur nevnliga í okkum menniskjum at tráa, at vilja hava meira, at hava torført við at steðga og siga takk, og at nú er nokk. Hetta er natúrligt, og í einum umhvørvi, har trot er vanligt, gerst grammleiki ein drívmegi, sum økir um møguleikan at yvirliva.

Men í einum ríkum vælferðarsamfelagi, har tann stóri meirilutin als ikki upplivir trot av nøkrum sum helst, kann hesin íborni grammleikin geva baksláttur. Eg upplivi dagliga í mínum arbeiði sum sálarfrøðingur, hvussu ein grunnleggjandi ónøgd liggur aftan fyri nógva lívspínu: Ónøgd við seg sjálvan, við arbeiðið, við parlagið, við gerandisdagin, við lívið. Í ónøgdini liggja vantandi evni at njóta, at vera glaður um og at hava hug til tað, sum er.

Kristni jólaboðskapurin snýr seg um gleði, næstrakærleika, vón og frið. Hetta eru sera týdningarmikil og positiv sálarfrøðilig fyribrigdi, sum styrkja um sálarliga mótstøðuførið, serliga í løtum, har lívið ger ilt og nógv sálarlig líðing er til staðar. Men fyri meg snúgva jólini seg allarmest um takksemi. Takksemi er ein hugburður til lívið, sum sambært nýggjari gransking kann uppvenjast og styrkjast. Tað snýr seg um at læra at virðismeta tað, sum er. Um at seta prís uppá tað, sum ein hevur, tað sum er gott frammanundan; heldur enn at fokusera uppá tað, sum vantar, tað sum ikki er har. Hetta er sunna sálarliga mótvekin til ónøgd. Kanningar vísa, at takksemi í longdini økir um gleði, orku og lívsvón og minkar um tunglyndi, angist og ónøgd.

Jólini eru eitt kærkomið høvi at venja takksemi. At geva og pakka gávur upp er eitt ritual, sum beinleiðis snýr seg um takksemi. Bæði fyri tann, sum gevur, og tann, sum fær. Gávumildi og takksemi eru í veruleikanum tvær síður av somu søk. Flest fólk gleða seg líka so nógv til at gleða onnur við einari gávu sum at fáa gávu sjálvi. Og jú sterkari og fastari traditiónirnar eru jóladagarnar, jú størri er møguleikin fyri, at ferðin verður sett niður, og pláss verður fyri nærveru og fokusi. Tað er júst her, at eitt kærkomið høvi er fyri at steðga á, kenna sær hógv, njóta løtuna, og virðismeta tað, sum longu er gott við henni og minna seg á, at tað ikki nýtist at vera øðrvísi.

Gleðilig jól 🙂