An error has occurred

Metakognitiv bólkaviðgerð til børn við angist | Kristian Eli Andersen

Metakognitiv bólkaviðgerð til børn við angist

Hevur barn títt trupulleikar við at:

  • Hugsavna seg?
  • Trívast í skúlanum?
  • Sovna um náttina?
  • At vera millum onnur børn?
  • Fara ávís støð ella gera ávís ting?

So kann hugsast, at barn títt stríðist við angist, ótryggleika, tvangstankar ella stúran.

Nú er møguleiki fyri effektivari og skjótari hjálp við metakognitivari bólkaviðgerð til børn í aldrinum 7-13 ár.

Metakognitiv bólkaviðgerð til børn við angist

Hvat læra børnini í metakognitivu bólkaviðgerðini?

  • Bólkaviðgerðin er eina ferð um vikuna í 9 vikur, og børnini fáa her møguleikan at:
  • Knýta góð vinarbond við onnur, sum eru í nøkunlunda somu støðu sum tey.
  • Deila sínar trupulleikar við hini og skilja hvønn annan.
  • Kenna á sær, at onnur skilja, júst hvussu tey hava tað.
  • Uppdaga, at tey hvørki eru einsamøll við ella ónormal vegna sínar trupulleikar.
  • Skilja, hvat tað er, sum ger, at tey blíva við at vera bangin og stúra so nógv.
  • Læra at handfara stúranir og aðrar negativar tankar og á tann hátt sleppa av við óttan.

Eisini eru tvær foreldraverkstovur partur av viðgerðini, har foreldrini læra um óttan hjá barni sínum, og hvussu tey ítøkiliga kunnu hjálpa barni sínum at handfara óttan.

Byggir á umfatandi granskingarverkætlan og bók við slóðbrótandi úrslitum

Metakognitiva bólkaviðgerðin byggir á umfatandi granskingarverkætlan á Københavns Universitet, Copenhagen Child Anxiety Project, har eg havi virkað sum “supervisor” og fakligur ráðgevi.

Verkætlanin hevur víst, at 85% av børnunum við angist gjørdist frísk av metakognitivu bólkaviðgerðini. Hetta er slóðbrótandi úrslit, og til samanberingar kann nevnast, at í tí annars so útbreidda “Cool Kids-program”, sum byggir á traditionella kognitiva terapi, gerast bert 60% av børnunum frísk av viðgerðini. Les meira um úrslit her.

Tað er professari, Barbara Hoff, og sálarfrøðingarnir, Nicoline Normann og Marie Louise Reinholdt-Dunne, ið hava staðið fyri verkætlanini, og herfyri góvu tær eisini út bókina “Metakognitiv terapi til børn med angst”. Sí meira um bókina her. Eg havi skrivað fororðini í bókini, og tey kunnu lesast her.

Hvat er metakognitiv terapi?

Metakognitiv terapi er ein nýggjur sálarfrøðisligur viðgerðarháttur, sum hevur víst sera góð granskingarúrslit í viðgerðini av angist og tunglyndi, bæði hjá vaksnum og børnum – serliga í bólkum, har millum 80-100% gerast varandi frísk í mun til teirra angist og tunglyndi. Eg havi tríggjar altjóða góðkendar eftirútbúgvingar á tilsamans fýra ár innan metakognitiva terapi. Higartil eri eg tann einasti í heiminum við hesum. Til ber at lesa meira um metakognitiva terapi her.

Hvussu nógv kostar bólkaviðgerðin?

Prísurin fyri alla viðgerðina er 7.998 kr. Viðgerðin varar í 9 vikur og við foreldraverkstovunum er talan um 22 tímar tilsamans. Vanliga er prísurin fyri sálarhjálp, um ein hevur ávísing frá læknanum, 449 kr. tíman. Her er prísurin 363,5 kr. um tíman, so pengar eru at spara.

Til ber at gjalda í trimum pørtum einaferð um mánaðin á 2.666 kr.

Bólkaviðgerðin byrjar týsdagin t. 23. august kl. 17-19. Fyrra foreldraverkstovan verður týsdagin t. 16. august kl. 17-19.

Tilmelding fer fram á teldupost kristian@metakognitiv.fo
Avmarkað pláss.
Áðrenn bólkaviðgerðin byrjar, verða útgreinandi samrøður gjørdar, so metast kann, um trupulleikin hjá barni tygara egnar seg til hesa viðgerðina.