Grannakonan

Onkur segði einaferð, at vit, sum hava lívið framman fyri okkum, áttu at lurta væl eftir ráðum frá teimum, sum hava lívið aftan fyri seg.

Tá ið vit búðu á Christianshavn í Keypmannahavn, elskaði eg at sita í vakra havanum og tosa við grannakonuna, sum við sínum 92 vetrum má sigast at hava lívið aftan fyri seg. Sum sálarfrøðingur var eg altíð forvitin eftir at vita meira um, hvussu hon mentalt handfór tann mótgang og tær avbjóðingar, sum lívið bjóðaði henni. Um hon aldrin var farin niður við strongd. Um hvussu hon sum ung í Keypmannahavn kláraði tilveruna undir týsku hersetingini undir 2. heimsbardaga, har hon var virkin í donsku mótstøðurørsluni. Um hvussu hon kom ígjøgnum tíðarskeiðið, tá hon misti eitt barn. Um hvussu hon handfór sín ótta um sponsku sjúku, tuberklar, Hitler, atomkríggj og so framvegis. Um hon kendi seg einsamalla eftir at hava mist mannin og flest onnur í hennara ættarliði, sum nú eru deyð. Um hon var bangin fyri deyðanum, sum kundi banka uppá nær sum helst.

Hon svaraði altíð við sama látri. Hon visti, at eg var sálarfrøðingur og hevði ilt við at taka meg og mítt yrki í álvara. “Hvad er det med jer og al jeres snak om stress, angst og depression. Sådan noget har jeg aldrig set nogen mening i at dvæle ved” plagdi hon at siga. “Livet er hårdt. Sådan er det bare. Vi gjorde det vi kunne for at få det bedste ud af tingene. Vi tog kun en dag af gangen.”

Hóast vit eiga at ansa eftir, at vit ikki dylja ella goyma trupulleikar, tankar og kenslur, sum hava gott av at síggja dagsins ljós, og at tað er gleðiligt, at tað verður alsamt lættari at viðganga sálarligar trupulleikar og søkja sær hjálp, so haldi eg kortini, at grannakonan hevði fatur á onkrum. Okkara ættarlið hevur ofta eina veruleikafjara mynd av, hvussu lívið eigur at vera. Vit vænta okkum eitt lív uttan stríð og pínu, har vit eru lukkulig allatíðina.

Eg haldi ikki, at ættarliðið hjá grannakonuni hevur verið líka upptikið av negativum tankum og kenslum, sum vit eru í dag. Í øllum førum ikki í sama mun. Lívsins treytir og pína hava verið viðurkend sum nakað natúrligt. Nakað, sum ikki slapst undan. Hóast lívið materielt var strævnari tá, so hevur tann veruleikakendi hugburðurin til líðing og eydnu havt ein týðiligan sálarfrøðiligan fyrimun. Lat okkum læra okkurt av tí, samstundis sum vit kunnu fegnast um tey framstig, sum henda hvønn dag innan sálarfrøðiliga vitan og viðgerð.