Børn

Eg bjóði viðgerð av børnum frá umleið 7 ár og uppeftir. Eg viðgeri børn við angist so sum OCD, panikangist, separatiónsangist, sosialum ótta, generaliseraðari angist (GAD), sjúkuangist, stakfobi og PTSD. Haraftrat viðgeri eg eisini tunglyndi, sjálvsvirðistrupulleikar og meira almennar trupulleikar hjá børnum.

Børn

Eg brúki bæði metakognitiva terapi, kognitiva atferðarterapi og ACT, tá ið eg viðgeri børn. Prinsippini í viðgerðini eru tey somu sum hjá vaksnum, meðan málbrúkið, ferðin og tiltøkini eru tillagað aldrinum hjá barninum. Ein stórur partur av einari væleydnaðari viðgerð av einum barni er sjálvandi eisini eitt gott samstarv við foreldrini, sum av somu orsøk verða biðin um at vera við og virkin í viðgerðini, t.d. tá ið vit avtala heimauppgávur og onnur tiltøk, sum skulu hjálpa barninum frameftir í gongdini.